Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Rumenia.
Lars Olsen hevur gjørt av, hvørjir ellivu skulu standa rætt á vøllinum, tá ið tjóðsangirnir verða spældir, og tað er greitt, at størsta stjørnan á føroyska liðnum, Jóan Símun Edmundsson, ikki verður millum teir fyrstu ellivu ídag.
Tað kemur ikki óvæntað, at Jóan Símun verður á beinkinum og kanska verður settur á vøllin í seinna hálvleiki, um Føroyar tá hava møguleika at vinna úrtøku.
Jóan Símun segði í gjár við in.fo, at tað var kanska ov mikið at spæla tveir dystir í tríggjar dagar.
Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri Lars Olsen, FSF og føroyskan fótbólt, at Føroyar vinna ímóti Malta. Tá verður Jóan Símun heilt víst millum teir fyrstu ellivu.
Í dag er toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, fremsti maður. Aftanfyri hann eru í framrættaðum plássum Jóannes Bjartalíð og Sølvi Vatnhamar.
Føroyska liðið sær soleiðis út ídag:
Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð – Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen, Jóan Símun Edmundsson