Tað er í kvøld klokkan 19.45, at fyrsta umfar í HM 2022-undankappingini verður fyri føroyska manslandsliðið. Millum spælararnar á føroyska liðnum er Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur sitið nógv uttanfyri seinastu tvey árini, men nú er hann ordiliga klárur aftur.
– Tað hevur verið ein drúgvur skaði, sum hevur oyðulagt nógv, men eg fari ikki at skylda upp á skaðan, men tað hevur spælt inn. Tað er nakað, sum tú ikki kanst gera so nógv við, annað enn at gera títt besta. Eg føli meg heilt ókey nú, men eg mangli dystarvenjing. Eg havi havt onkrar smásnuddir, men eg venji fult við og eg eri klárur, um tað er brúk fyri mær, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Vónar at fáa stig móti Moldova
Føroyska landsliðið er í løtuni á ferð í Moldova. Landsliðið skal spæla móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Toftamaðurin heldur fyri, at spælararnir bara skulu trúgva upp á tað.
– Nú koma vit frá eini góðari Nations League kapping, sum vit vunnu. Vit fingu fleiri góðar upplivingar og nógv sjálvsálit. Vit skulu út til hvønn dyst við tí trúgv, at vit kunnu gera nakað. Á pappírnum er størsti møguleikin móti Moldova. Tað er eitt lið, sum hevur góðar dygdir og hevur spælarar, ið spæla á høgum stigi. Einki kemur av sær sjálvum. Teir spæla kanska samanlagt á einum eitt sindur hægri stigi enn vit, men vit hava samanhaldið og stríðsviljan, ið eyðkennir okkum. Tað skulu vit vísa fram, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið eisini heldur at føroyskur liðfótbóltur flytur seg.
– Eg hómi at føroyskur fótbóltur flytur seg, og eg haldi at spælararnir úr føroysku kappingini tykjast skarpari enn onkuntíð fyrr. Tú sær væl, at føroyskur lifótbóltur flytur seg, tí teir venja meir, tað er hægri dygd og alt er meiri fulltíðarkent, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann vónar at liðið kemur við trimum góðum avrikum, og so vónar hann at tað er nokk til nøkur stig. FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda frá klokkan 18.30.
##ms##