##med3##
Í 2017 vann Føroyar 2-0 á útivølli móti Lettlandi. Tá skoraði Jóan Símun Edmundsson málið til 2-0, eftir eitt gott liðavrik í Riga.
- Tá vóru vit væl koyrandi og spældu væl. Tað var stórur áhugi fyri landsliðnum, við høvdu sjálvsálit og fleiri av spælarunum spældu uttanlands eisini. Nú hava vit tveir sigrar og ein minni góðan dyst í Danmark, so vit eru ikki heilt í somu støðu sum seinast, men eg føli at tað er ein góður stemningur í hópunum. sigur Jóan Símun Edmundsson.
Toftamaðurin í Arminia Bielefeld hevur verið darvaður av skaða í seinastuni, men nú er hann klárur at spæla.
- Eg havi vant fult við í dag, og eg eri tøkur hjá venjaratoyminum til dystin í morgin. Sum allir aðrir, so gleði eg meg eisini. Eg havi eina góða kenslu og vóni at vit fáa eitt gott úrslit. Fyrst og fremst, so snýr tað seg um eitt gott avrik og at fáa eitt úrslit. So fáa vit at síggja hvønn leiklut eg fái í morgin, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum vónar at fáa eitt gott úrslit.
##med2##
- Eg haldi at vit hava ein góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit í morgin, men sjálvt um Lettland ikki verður sagt at verða eins gott og fyrr, so kunnu tað nakað eftir tí, sum vit hava sæð á video, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hetta er fyrstu ferð, at toftamaðurin er partur av landsliðshópinum, er at nýggja venjaratoymið tók við.
- Tað er spennandi og og gevandi. Vit hava sjálvandi brúk fyri tíð, at fáa øll hugskotini hjá nýggja venjaratoyminum at rigga, Tað er stórur munur á mátanum, sum tað verður gjørt upp á nú. Venjaratoymið er størri og tað eru fleiri serfrøðingar við. Serliga vit eldru spælararnir hava brúk fyri at royna nakað nýtt, fyri at læra nakað nýtt, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann og restin av landsliðnum skal spæla móti Lettlandi í Nations League í morgin klokkan 17












