Jóan Símun Edmundsson er seldur til Newcastle

Tað váttar Jákup í Stórustovu, umboðsmaður.

 

Avtalan er galdandi fyri komandi kappingarár, við møguleika fyri at leingja sáttmálan við einum ári.

 

19 ára gamli Jóan Símun Edmundsson hevur verið knýttur at leikarahópinum hjá Newcastle seinastu mánaðirnar við einum leigusáttmála.

 

Jóan Símun Edmundsson stóð fyri føroyska málinum, tá Føroyar taptu 2-1 á útivølli móti Estlandi í gjár.