Jóan Símun aftur á blettinum

Føroyski landsliðsleikarin skoraði eftir bara fimm minuttum, men tíverri fyri hann og liðfelagarnar, so skoraði Leeds hini fýra málini, sum komu aftrat í dystinum.

 

Heimasíðan hjá Newcastle skrivar, at liðið hjá Jóan Símuni taldi fleiri ungar og óroyndar mans, men liðið hjá Leeds var hampiliga væl mannað. Ikki tí, heilt óroynt var liðið hjá Newcastle tó ikki.

Málverjin Steve Harper, sum hevur verið skaddur, stóð millum stengurnar var, sambært venjaranum Peter Beardsley, besti maðurin á vøllinum hjá Newcastle. Hetta hóast hann lat fýra mál fara ígjøgnum.

 

Eykaliðið hjá Newcastle skal aftur í eldin longu hósdagin. Tá verður talan um landskappingardyst í móti teimum næstbestu hjá Manchester United.