Jóan Petur á Stongunum telist millum 12 finalistar í stóru altjóða kappingini International Songwriter Competition. Dómarapanelið telur millum annað Rihanna, Robbie Williams og Kings of Leon. Tað er ikki smávegis kapping, sum Jóan Petur á Stongunum nú skal luttaka í.
Í altjóða kappingini International Songwriter Competition er Jóan Petur á Stongunum millum 12 finalistarnir í kategoriini Music Video.
Lag hansara ?In a Year? skal nú metast av Rihanna, Robbie Williams, Jerry Lee Lewis, Kelly Clarkson, Peter Gabriel og øðrum heimskendum tónleikarum.
Videolagið er framleitt av Eiriki Meitilberg.
Les meira um kappingina her: www.songwritingcompetition.com









