Jóan Pauli Joensen stillar upp

Fyrrverandi rektarin á Fróð­skap­ar­setri Før­oy­a, Jóan Pauli Jo­en­sen, professari, stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

Jóan Pauli Joensen ætlar sær á ting
. Tað er greitt, eftir at Vága Javnaðarfelag mikukvøldið hevði uppstillingarfund í Beitishúsinum í Miðvági.
– Vit eru sera fegin um at hava fingið Jóan Paula Joensen á listan. Vit meta, at hann er ein fongur. Hann er ein maður við drúgvum royndum – og komin nakað til árs, so er hann eisini røddin hjá eldra ættarliðnum, sigur Jon S. Hansen, formaður í Vága Javnaðarfelag.
Jóan Pauli Joensen hevur verið limir í Javnaðarflokkinum í mong ár, men hevur ikki verið alment aktivur. Sjálvur sigur hann, at hann hevur hildið lágan profil, til hann nú »kom úr skápinum«.
Umframt at vera professari á Fróðskaparsetrinum og fyrrverandi rektari, so var hann eisini formaður í stjórnarskipanarnevndini, sum gjørdi uppskotið til nýggja stjórnarskipan.
Saman við Jóan Paula Joensen stillar Vága Javnaðarfelag eisini upp Kristoffur Gaardlykke, sum javnan hevur havt sæti á tingi hetta skeiðið sum varamaður.