Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at nevna pápan, Magnus í Hússtovu, sum eg av somu grundum kom at kenna rættiliga væl.
Hevði nógvar góðar løtur saman við honum, og tann lívsvísdóm, sum hann gav frá sær.
Saman við fleiri øðrum var Magnus við at gera Indre Mission (nú Heimamissiónin), sum festi røtur í smábygdunum.
Hann var deknur í Mikladali í 70 ár, tá eyguni í 1986 fóru at bila. Hann doyði í sept. 1989 gott 99 ára gamal. Tríggir trúgvir Harrans tænarar, sum vit minnast við virðing og ikki verða gloymdir.
Hjalmar










