Í Dimmalætting 25. og Sosialinum 26. september hevði eg grein undir heitinum, “Føroya fólk vann við Fólkaflokkinum”. Vísti á óhepnu atgerðir Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevði ímóti okkara vinnu, sjómonnum og okkara ungu, sum nýliga høvdu sett búgv við lánum, sum hann hevur almannakunngjørt. Fólkaflokkurin góðtekur ikki hetta!
Vísti víðari á, at ov lítil dentur er lagdur á at fáa rakstrarútreiðslurnar á almennum stovnum í høvðsstaðnum niður, men ístaðin krevur landsstýrismaðurin í fíggjar-málum íløgur úti um landið burtur, eitt dømi er Sandoyartunnilin.
Hetta gevur heilt týðiliga óhepnar og sentralistiskar fylgjur og ger bæði veiku og lutfalsligu sterku økini uttanfyri høvuðsstaðin uppaftur veikari, samstundis sum vit øll vita, at hvør króna á rakstri gevur bert størri øking ár um ár. Hetta er sum at “sigla uppá spring”, tú kanst halda nakað eftir, men innaftur fært tú einki. Meðan íløgur, ið framdar verða, koma øllum til góðar og kosta, tað tær kosta einaferð.
Eitt dømi er Vága- og Norðoyatunnilin, sum tæna dyggiliga øllum samfelagnum.
Eg vísti í grein míni á óhepna og sentralistiska politikk Sambandsfloksins út frá onkrum almennum útsagnum landsstýrismansins.
Kundi givið fleiri dømi við atgerðum, sum Sambandsflokkurin hevur ímóti økjum uttanfyri høvuðsstaðin, men fari at lata tær liggja í fyrstu syftu.
Peningurin altíð best í borgarans lumma
Í Dimmalætting 28. september hevur Bjørn Kalsø landsstýrismaður aftursvar undir heitinum: “Føroya fólk betur farið uttan Fólkaflokkin”, har hann ger royndir at verja landsstýrismannin í fíggjarmálum og Sambandfloksins óhepnu átøk. Hann veit betur!
Hann harmast um, at skattalættin verður varðveittur, henda avtala átti at verið brotin, heldur hann, tí hon hevði givið 104 mió. kr. meiri í landskassan. Hetta er eitt uppáhald, sum ikki heldur, tí tað hevur tíbetur víst seg, at við at lækka skattin, er meiri peningur komin samanlagt í landskassan. Peningurin kennist altíð best í lummanum hjá borgaranum, meinar Fólkaflokkurin. Hetta er eisini prógvað í øðrum londunum!
Nú sigur Bjørn Kalsø, at, “minstiforvinningurin er hækkaður, og skattalættin til fiskimenn og rentustuðulin til sethúsabygging er varðveittur”.
Ja tíbetur, men Bjørn Kalsø gloymir at greiða frá, at hesi vóru júst tey, sum landsstýrismaðurin, Magni Laksáfoss og harvið Sambandsflokkurin vildu hava burtur, meðan Fólkaflokkurin kravdi tey varðveitt. Tí hetta er samfelagsgagnligt!
Spælið um søtmeti og tubbak
Tá hann nevnir søtmeti, havi eg fleiri ferðir fyrr frá tingsins røðarapalli víst á, at tað ber einaferð ikki til, at økja avgjald á tubbakki og søtmeti, kalla tað heilsuátak fyri minni nýtslu, samstundis sum hetta verður gjørt fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman. Her ger Sambandsflokkurin seg inn á náttúrulógina.
Eg havi ein varðhuga av, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sett hetta uppá, fyri at Bjørn Kalsø nú kann koma við uppskoti um at taka tað avaftur og soleiðis teir í felag “fáa eitt taktiskt politiskt nummar framt”.
Nei Bjørn Kalsø, “eisini hesaferð vann Føroyafólk við Fólkaflokkinum”!
Tað gongur ikki at verja skeivleika, við at royna at sleppa sær undan einum veruleika.
Til seinast kann eg bert fegnast, at Bjørn Kalsø ásannar, at “fólki oftast hevur vunnið við Fólkaflokkinum”, men tá hann sigur, at “hesaferð gekk tað ikki”, havi eg í greinum mínum víst á, at júst Fólkaflokkurin gjørdi, at “fólkið aftur vann”!