Fyri fyrstu ferð í 25 ár mælir Altjóða Hvalaveiðinevndin til at loyva vinnuligari hvalaveiði. Fyrr hevur nevndin altíð verið ímóti vinnuligari veiði, burtursæð frá nøkrum undantøkum, sum hava gjørt tað møguligt hjá Noregi, Íslandi og Japan at halda fram við vinnuni.
Uppskotið, sum nevndin nú hevur evnað til, hevur strangar reglur um, hvussu nógvur hvalur kann veiðast, samstundis sum nevndin tryggjar sær møguleikar at halda eyga við veiðini.
Fleiri umhvørvisverndarfelagsskapir og lond, sum eru ímóti hvalaveiði, eru hart ímóti uppskotinum hjá IWC.
Japan, Noreg og Ísland veiða umleið 3.000 hvalir um árið.