IWC feldi uppskot um friða øki til hval

Ísland, Japan og Norra vórðu millum teirra, ið atkvøddu ímóti

IWC feldi í gjár eitt uppskot um at stovna eitt friðað øki fyri hval í suður Atlantshavi.

 

Serliga vórðu tað Japan, Ísland og Norra, ið vórðu forsprákarar fyri at fella uppskotið. Felags fyri londini er, at tey øll veiða hval.

 

Les eisini: Ósemja um fríðøki fyri hval

 

Tað var ein samgonga av afrikonskum og latínamerikonskum londum, ið høvdu lagt uppskotið fram.

 

IWC er komi saman í Slovakia, m.a. at taka støðu til hetta uppskotið. Danmark atkvøddi fyri uppskotinum saman við ES. Bæði Føroyar og Grønland veiða hval og tí kann tað metast óheppi at Danmark, ið umboðar okkum og Grønland í IWC, atkvøður ímóti ynskinum hjá hinum báðum londunum í ríkisfelagsskapinum.

 

Londini, ið atkvøddu ímóti uppskotinum bóru ótta fyri, at um hetta bleiv viðtikið, fór tað at hava við sær, at fleiri økir seinni komu uppí, ið kundi ganga útyvir tey lond, ið veiddu hval, annahvørt til vinnuligt- ella granskingarendamál.

 

Greenpeace, World Wildlife Foundation og aðrir djóraverndarfelagsskapir finnast at avgerðini, men vóna at tað við tíðini eisini kemur ígjøgnum.

 

Paul Watson viðmerkti á facebook vanga sínum í morgun, at tað var gott, at Føroyar og Grønland ikki vórðu limur í IWC, men vórðu umboðað av Danmark, ið atkvøðir saman við ES, ið er ímóti hvalaveiðu.