Ivist um løgmaður kann endurvinna trúvirði sítt

Formaður Tjóðveldisfloksins heldur ikki, at løgmaður hevur skilt hvat tað merkir at hava eina eftirlitsskyldu í landsins hægsta embæti. Harnæst ivast hann eisini í, hvussu Jóannes Eidesgaard kann endurvinna sítt trúvirði sum løgmaður

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, segði við Sosialin í gjár, at Jóannes Eidesgaard hevði avsagt alla rættartrygdina hjá borgarunum, við sínum útsagnum í sjónvarpinum mánakvøldið, har løgmaður segði, at hann vildi síggja ítøkiliga dokumentatión, áðrenn hann fór at gera nakað sum helst við málið.
Hetta segði løgmaður klokkan átta mánakvøldið, men 16 tímar seinni kúvendur hann, tá hann á miðdegi týsdagin sendir út tíðindaskriv, har hann boðar frá, at hann setir eina løgfrøðiliga kanning í verk.

Spurdur um, hvat hann heldur um, at løgmaður nú setir eina kanning í verk, er Høgni Hoydal ikki lítið bersøgin. Jóannes Eidesgaard er eftir mínum tykki vassaður so mikið langt út, at eg ikki dugi at síggja, hvussu hann kann endurvinna sítt trúvirði sum løgmaður, sigur formaður Tjóðveldisflokksins.
Í viðmerking til Sosialin í gjár, segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at hann ikki metti seg vera trýstan í nakran hátt, til at seta kanningina í verk. Hesar útsagnir heldur formaður Tjóðveldisfloksins lítið um, tí sambært Høgni Hoydal, so var løgmaður trýstur av anstøðuflokkunum og landsstýrismálanevndini at handla í málinum.
Løgmaður hevur nú avgjørt at seta eina kanning í verk. Men hetta er ein máti hjá løgmanni at vinna sær tíð í, soleiðis at málið kann leggja seg, vil Høgni Hoydal vera við.

Dagmar uppiborið rós
Tá Høgni Hoydal verður spurdur um, um hann hevur nakað boð uppá, hvussu arbeiðssetningurin hjá løgfrøðiliga bólkinum, ið skal gera kanningina, skal ljóða, sigur Høgni Hoydal, at hann ikki metir málið at vera løgfrøðiligt í so máta. Spurningurin er ikki løgfrøðiligur, men heldur er tað ein spurningur um løgmaður hevur skilt hvat tað merkir at hava eina eftirlitsskyldu í landsins hægsta embæti, og tað haldi ikki at hann hevur, heldur formaður Tjóðveldisfloksins.
Hinvegin haldi eg, at tey fólkini, sum nú hava trakkað fram í málinum hava rós uppiborið. Klagan frá Dagmar til løgmann, er fyrsta dømi har ein borgari setur orð á tær fólkafloksmetodirnar, sum vit altíð hava kent, og sum vit brúktu ómetaliga nógva orku at forða fyri í farnu samgongu, staðfestir Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.