- Um hatta gjaldið, sum ognarfólkið í Mykinesi hevur álagt fólki, sum vitja at gjalda er tað rætta, eri eg sera nógv í iva um, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann er greiður yvir, at betri skil má fáast á ferðavinnuni í Føroyum.
- Eg skilji væl, at tey í Mykinesi vilja hava eina skipan, sum tekur hædd fyri teimum avbjóðingum, ein ferðavinna og vitjandi kunnu hava á náttúru og bygdasamfelagið annars.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur seinasta árið ella so ferðast runt landið og tosa við fólk og felagsskapir um, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann mennast og hvørji atlit skulu takast at náttúru og bygdalívi annars.
- Ein møgulig gjaldsskipan eigur at verða partur av hesi ætlan. Tað er tó ein sera prinsipiellur spurningur, um tað er rætt at taka pening frá føroyingum at ferðast í náttúni í egnum landi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Vit skulu tó gera okkum greitt, at ferðavinnan kann gerast ein stór vinna, um vit leggja hetta væl og umhugsað til rættis, sigur hann.
Ferðavinnuálitið um hvussu vit skynsamt og best skulu skipa fyri menning av ferðavinnuni er ávegis og verður framlagt fyrsta dagin, sambært landsstýrismanninum.