Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at gongdin í málinum um skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen er so óheppin, sum hon kundi verða.
? Tað eru bara tvær loysnir á trupulleikanum, og tað er, at Anfinn Kallsberg reinsar seg, ella at Tórbjørn Jacobsen leggur prógv á borðið. Tá ein slíkur ivi er reistur móti løgmansembætinum, kann hann ikki sleppa at hanga í leysum lofti, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Men tað, sum hendir nú, er, at Fólkaflokkurin vil einki gera við málið, og Tjóðveldisflokkurin letur sum um einki er hent. Hetta byrjaði sum eitt samgongumál, men nú er tað eitt mál fyri alla tjóðina, og tí fer Javnaðarflokkurin at viðgera málið, tá vit hittast aftur á ólavsøku.
Allir spurningar skulu viðgerast í Javnaðarflokkinum, eisini eitt møguligt misálit.
Snýr seg um maktina
? Eg kann bara koma til ta niðurstøðu, at fyri Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin hevur tað størri týdning at halda fast um maktina enn at fara reiðiliga fram, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at tað hevði ikki borið til í nøkrum øðrum framkomnum landi, at ríkisleiðarin var skuldsettur á hendan hátt, og at ivin síðani slapp at hanga í leysum lofti.
? Eg vil ikki taka partí fyri nøkrum í hesum máli, men her er ein ivi sáddur, og tað skapar ein álvarsaman trupulleika. Hetta er eisini ein spurningur um okkara umdømi í sum tjóð, og tað má kennast óhugaligt hjá fólki at skulu halda tjóðarhátíðina við hesi støðu, sigur Jóannes Eidesgaard.