Glyvrar: Nógv fólk var samankomið í Glyvra kirkju í sambandi við útsendingina – eini 300 í tali.
Útsendingin er ein partur av samstarvinum sum er millum føroysku Heimamissiónina og Luthersk Missionsforening í Danmark.
Tað var tí eisini aðalskrivarin í danska felagnum, Jens Ole Christensen sum prædikaði í kirkjuni og formaðurin Jens Peter Rejkjær sum leiddi útsendingina í kirkjuna, saman við sóknarprestinum Meinhardi Bjartalíð.
Eftir gudstænastuna var samkoma í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum, har greitt varð frá missiónsarbeiðinum í Tansania, eins og høvið var hjá fólki at bera fram heilsanir.
Kallað av blaðgrein
- Hetta er júst nakað fyri okkum. Vit skulu til Tansania!
Soleiðis ljóðaði heilsanin frá konuni Beintu til mannin, ein dagin hann kom heim frá arbeiði sínum sum frítíðaravloysari á Ellisheiminum.
Í hondini hevði hon blaðið Trúboðin, sum júst var komið inn um dyrnar. Her bað eitt annað føroyskt trúboðarapar, Malan og Heri Kjærbo onnur um at taka yvir teirra arbeiði í hesum afrikanska landinum.
Havstein settist eitt sindur ivasamur at lesa greinina. Tí sum hann sigur í samrøðu við Trúboðan:
- Eg var eitt sindur ivasamur í fyrstani. Vit høvdu leingi vitað, at vit skuldu út í tænastu, men ikki hvar. Var hetta veruliga Guds svar?!, spurdi hann.
Eftir bøn og umhugsan tóku tey hetta sum eitt bønarsvar, at tey nú skuldu út sum trúboðarar til Tansania fyri danska missiónsfelagið Luthersk Mission.
Sama kvøldið settu tey seg í samband við Hera Kjærbo, og mikukvøldið í hesi vikuni vórðu tey send út sum trúboðarar.
Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin til Tansania, har tey fyrst fara á málskúla at læra seg swahili-málið í eitt hálvt ár, áðrenn farið verður undir meinigheitsarbeiðið í norðasta býnum í landinum, Tarime.
Seinni er ætlanin at tey skulu byrja sum undirvísarar á bíbliuskúlanum í Kiabakari.