Ivi um talið á deyðum

Amerikanska verjumálaráðið sigur, at meiri enn 800 hermenn hjá al-Qaeda eru deyðir í bardøgunum í Afghanistan í seinastuni, men stóra blaðið New York Times ivast í upplýsingunum

Í síðstu viku kunngjørdi amerikanska verjumálaráðið Pentagon, at teir taldu ikki, hvussu mangir hermenn hjá al-Qaeda doyðu í bardøgunum í fjøllunum har eysturi í Afghanistan.
Men mánadagin skrivaði stóra amerikanska blaðið New York Times frá keldum í verjumálaráðnum, at 517 arabiskir, kekenskir og aðrir hermenn hjá al-Qaeda vóru deyðir í bardøgunum. Hildið varð, at einir 250 aðrir vóru deyðir, og í gjár segði ein tænastumaður í Pentagon fyri New York Times, at nú var talið komið upp á 800.
New York Times segði seg í gjár ivast í tølunum hjá verjumálaráðnum. Blaðið skrivar, at talið á deyðum verður gjørt upp eftir frásagnum frá tyrlumanningum, ómannaðum flogførum og frá hermonnum, sum skjóta eftir fíggindastøðunum í fjøllunum. New York Times ger vart við, at eingin av hesum veit, hvat hendir inni í teimum nógvu holunum, ella hvussu mong doyðu, tá amerikansk bumbuflogfør herfyri løgdu tvær bygdir fullkomiliga í oyði.
Sambært blaðnum hava nøkur tíðindafólk júst verið í teimum báðum oyðiløgdu bygdunum, og har funnu tey bara trý lík av monnum, sum kunnu hava verið hermenn hjá al-Qaeda.
New York Times heldur, at tænastumenninir í verjumálaráðnum tora ikki at upplýsa tað veruliga talið á deyðum. Undir Vietnam-krígnum varð talið kunngjørt, og tá fekk USA hvassar ábreiðslur fyri at fara alt ov harðliga fram.
Metingin hjá blaðnum samsvarar eisini væl við tað, sum Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri segði í samrøðu við sjónvarpsstøðina CBS fyrr í vikuni:
- Vit telja ikki teir deyðu. Vit royndu í Vietnam, og tað gekk ikki so væl, segði Rumsfeld.