Størsta ivamálið hjá HB undan dystinum móti NSÍ tykist vera Bárður Johannesen, sum hevur trupulleikar við skaða í lærkrikanum. Eisini Jákup á Borg hevur trupulleikar við lærkrikanum, og eitt nú á Toftum valdi venjarin at spara landsliðsspælaran. Roknað verður tó við, at hann verður við á liðnum, sum mánadagin fer á vøllin.
Hjá NSÍ er Helgi L. Petersen uttan iva týdningarmesta fráveran. Sterki offensiv-spælarin var annars við at koma fyri seg eftir skaða, men móti ÍF fekk hann bara einar tveir minuttir, áðrenn hann mátti hjálpast av vøllinum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn hann aftur er tøkur aftur. Hartil er Sjúrður Jacobsen aftur farin undir venjingar eftir drúgvan skaða, meðan Johan Troest Davidsen nú fer at royna seg hjá Skála.