Ivi um hægsta reella boð uppá Rankan

Í sambandi við, at nýggja kommunulógin forðar kommunum at eiga og reka vinnufeløg, spurdi eitt felag á Tvøroyri kommununa, um ætlanin var at privatisera partafelagið, sum eigur Rankan. Jú, hetta var ætlanin, segði kommunan og vísti felagið tí sín áhuga at keypa skipið.

Málið útsett
? Á fundi vid flestu kommunustýrislimirnar í november, vórðu eini átta áhugaði feløg kunnað um, hvussu kommunan ynskti at avvikla Rankan. Treytirnar vóru: 1. at skipid framhaldandi skuldi hoyra heima á Tvøroyri, 2. at kommunan skuldi loysast frá øllum veðhaldum og 3. at keyparin skjeyt inn nýggjan partapening. Tíðarfreist varð sett, og øll feløgini, sum høvdu áhuga, skuldu koma við einum útspæli.
Felagið, sum Sosialurin hevur tosað við, fekk eina áheitan frá fakfeløgunum í Tvøroyri um at bjóða saman við teimum.
? Hetta mettu vit at vera ein stóran fyrimun fram um aðrar, og hildu vit, at vit fóru at fáa skipid, men vit gjørdust klókari. Eg handaði okkara uppskot, sum vit høvdu havt hjálp frá sakførara at evna til. Nevndarformaðurin, sum var einsamallur á skrivstovuni, breyt brævbjálvan upp, meðan eg var hjástaddur, las boðið og segdi síðan, at málid var útsett.
Umboðið fyri felagið, sum bar nevndarformanninum brævbjálvan, hoyrdi einki aftur um boðið, teir høvdu latið.
? Seinni havi eg frætt, at vit høvdu hægsta boð, og at tað var orsøkin til, at einki spurdist burturúr.

Bjóðast av nýggjum
? Men so komu aftur boð frá býráðnum um, nú skuldi bjóðast av nýggjum, og nú hevði kommunan sakføraran, Sigmund Poulsen, at standa fyri søluni. Tær treytir, sum bjóðast skuldu eftir, vóru stórt sæð avskrift av okkara fyrra boði. Men nú kravdi kommunan skrivliga váttan frá banka um, at kommunan varð loyst frá øllum veðhaldum og tann, sum setti mest pening í, skuldi fáa skipið.
Tá ið boðini vórðu latin upp, vóru tey bert trý í tali.
? Tað eina felagið bjóðaði 4,6 milj. krónur við ongari skrivligari váttan um, at kommunan slapp undan veðhaldum, eitt annað felag bjóðaði 4,5 milj. krónur og hevði heldur onga váttan. Okkara boð var 4,0 milj. krónur ? saman við eini skrivligari bankaváttan uppá góðar 2 milj. krónur fyri veðhaldini hjá kommununi.
Felagið, sum ikki fekk Rankan, men í fyrstu atløgu hevði hægsta boð, og í aðru atløgu var tað einasta, sum hevði skrivliga váttan um veðhaldini, spyr:
? Hvat var nú hægsta reella boðið?

Kommunan og fakfeløgini
Sakførarin hjá kommununi metti 4,6 milj. krónur at vera hægsta boð, tí hann helt, at bankaváttanin uppá veðhaldini kundi avgreiðast aftaná, hóast kravt varð, at váttanin skuldi fylgja við boðnum
? Sjálvandi selir kommunan til tann, hon vil, men eg haldi, at sannleikin
og framferðarhátturin eigur at koma fram. Ein annar spurningur er, hvussu slíkt kann henda á Tvøroyri, og hvussu tað ber til, at fakfeløgini ikki fáa uppbakking frá kommununi, sigur felagið, sum kennir seg ikki sørt vónbrotið.