Myndugleikarnir í Suðurkorea ivast í, um tað er rætt, at norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-il doyði í einum toki, soleiðis sum norðurkoreanska stýrið hevur sagt. Suðurkoreanar siga, at tokið hjá Kim Jong-il stóð stilt í høvuðsstaðnum Pyongyang, tá leiðarin sambært stýrinum var á ferð.
Almenna norðurkoreanska sjónvarpið segði mánamorgunin, at Kim Jong-il doyði seinasta fríggjadag, tá hann var á tokferð um landið. Men talsmaðurin hjá tjóðartinginum í Suðurkorea, Won Sei Hoon, sigur, at sambært fylgisveinamyndum stóð á støðini í Pyongyang tá.
Tí halda teir suðurkoreonsku myndugleikarnir, at norðurkoreanski leiðarin var heima við hús, tá hann doyði.