Morgunblaðið skrivar, at flogvøllurin í Reykjavík hevur altíð havt støðu sum millumlandaflogvøllur til flúgving til og úr Føroyum og Grønlandi. Men nú bendir okkurt á, at hetta verður broytt - í hvussu er, hvat Føroyum viðvíkir, skrivar blaðið.
Atlantsflog hevur øll árini brúkt British Aerospace-flogfør, sum hava havt undantaksloyvi til at brúka flogvøllin í Reykjavík til regluliga flúgving. Nú hevur Atlantsflog leigað tað seinasta av sínum British Aerospace-flogførum út, og felagið hevur boðað frá, at tað fer bara at brúka Airbus í framtíðini.
Er til innlandsflúgving
Sambært Morgunblaðnum er spurningurin nú, um teir íslendsku loftferðslumyndugleikarnir skulu loyva føroyska felagnum at brúka Airbus-flogførini til regluliga flúgving til og úr Reykjavík. Blaðið veit at siga, at seinasta vikuskiftið fingu loftferðslumyndugleikarnir eitt bræv frá innanríkisráðharranum, har ráðharrin millum annað skrivar, at flogvøllurin í Reykjavík er ætlaður til innanlandsflúgving. Ráðharrin tekur tó ikki støðu til, um flogfør í støddarflokki C, sum millum annað umfatar Airbus 319-flogførini, skulu sleppa at brúka vøllin í Reykjavík, meðan arbeitt verður við framtíðinai hjá vøllinum.
Sum skilst bera myndugleikarnir ótta fyri, at onnur flogfeløg fara at biðja um loyvi til at brúka flogvøllin í Reykjavík til flogfør av somu stødd sum tey føroysku. Keldurnar hjá Morgunblaðnum eru ikki á einum máli um, hvørt brævið hjá innanríkisráðharranum í veruleikanum útihýsir teimum føroysku Airbus-flogførunum, ella um ráðharrin letur dyrnar standa upp á glopp, meðan arbeitt verður við einari endaligari loysn.