Ivi um aldursmarkið til steypakapping

Ein týðandi ivaspurningur afturat hevur reist seg málinum í Neista-málverjan í steypakappingini

Aganevndin hjá HSF fer helst í morgin at taka støðu til málið um Neista-málverjan, sum kanska ikki hevði loyvi at vera við liðnum í hálvfinalunum móti VÍF og í landskappingardystinum móti Kyndli.

 

Avgerandi spurningurin er, um spælarin hevði loyvi at spæla uttan undantaksloyvi, tí hon ikki var fylt 17 tann 1. januar í kappingarárinum, so sum kappingarreglurnar anars fyriskriva.

 

Vit hava fyrr í kvøld viðgjørt tvey ivamál, sum heilt víst skulu viðgerast, tá støða skal takast til málið, men ein triði spurningur verður helst eisini avgerandi.

 

Lesið eisini: Ólóglig uttan at spæla

 

Partvíst er kravið um 17 ára aldursmark einans galdandi fyri bestu deildina, tá talan er um landskapping, og tí er spurningurin, um hetta eisini er galdandi fyri steypakappingina.

 

Tær báðar fyrstu greinarnar í kappingarreglunum fyri steypakapping staðfesta:

 

“§ 1 Lið í fremstu kvinnu- og mansdeildini, 1. deild og 2. deild kunnu melda til steypakappingina hjá teimum vaksnu.

 

§ 2 Leikarar, óansæð aldur, hava bert loyvi at leika við einum liði í steypakappingini. Tað liðið, leikarin er skrásettur við, er galdandi alla steypakappingina...”

 

Í fyrstu atløgu er spurningurin, um “óansæð aldur” er ein somikið neyv orðing, at henda tilsíðusetur kappingarreglurnar fyri landskappingina, sum annars verða roknaðar sum yvirskipaðu kappingarreglunar.

 

Í øðrum lagi staðfestir fyrsta greinin, at spælarar ikki nýtast at hava undantaksloyvi, um talan er um lið úr næstbestu deildini. Og júst hetta setir aftur tveir prinsipiellar spurningar:

 

Í fyrsta lagi er spurningurin, um tað sjálvvirkandi eru reglurnar fyri besta liðið, sum eru galdandi, tá Neistin bert hevur tað eina liðið við í steypakappingini hjá kvinnum.

 

Í øðrum lagi er spurningurin, um tað er at gera mismun á liðum, um lið úr næstbestu deildini kunnu brúka 16 ára gamlar spælarar í steypakappingini, meðan lið úr fremstu deildini ikki kunnu.

 

Áður hava úrskurðir hjá Ítróttadómstólinum hjá ÍSF, sum HSF eisini virkar undir, lagt stóran dent á líkheitsprinsippið. Og tað er helst lítil ivi um, at sami Ítróttadómstólur verður kravdur upp í leikin, um úrskurðurin hjá Aganevndini ikki gongur Neistanum á møti.