Ivi er um Jan Allan Müller

Fótbóltur: Sumbingar verða nøgdir, um teir kunnu fara úr Klaksvík við einum stigi

Úrslitini í fimtanda umfarinum gjørdu, at fótbóltsfepurin í Klaksvík í hesi vikuni hevur verið upp ímóti 42 stigum, og tá vita øll, at vandi er á ferð.

Áskoðarafjøldin í Klaksvík er størri enn alla aðra staðni í landinum, og hóast tað er botnliðið úr Sumba, sum í morgin vitjar, so verður roknað við nógvum fólki.

Klaksvíkingar eru ikki heilt álvuligir við uppgávuna. Teir ásanna, at teirra lið eigur at vera nóg gott at vinna á Sumba, men sumbingar hava bitið frá sær hesar seinastu ferðirnar, og so er tað vandin fyri at undirmeta botnliðið, sum lúrir.

Tony Paris plagar at vera góður at seta sínar spælarar upp, og ikki minst at gera hetta verður luturin hjá honum í morgin.

Stóri spurningurin í Klaksvík er, hvussu tað verður við Jan Allani Müller. Einasti fulltíðar yrkisspælarin hjá KÍ hevur ikki vant í vikuni, tí hann er skaddur í einum búkvødda, og tað er sera ivasamt, um hann verður klárur í morgin. Jan Allan Müller vil ógvuliga fegin spæla, men tað er ikki serliga sannlíkt, at hann verður við.

Sumba og VB spældu í 1995 saman í 1. deild, og tá var tað rættuliga óvantað, tá teir vunnu í Klaksvík. Hetta var í vikuskiftinum aftaná, at KÍ á Svangaskarði hevði vunnið á Maccabi Haifa úr Ísrael. Sumba/VB vann 2?1 og annað málið skoraði ? Jan Allan Müller.

Allir hinir klaksvíkingarnir eru tøkir, og tað er bara Jan Andreasen, sum hevur so mikið av gulum á kontoini, at hann er á markinum at fáa leikbann.


Bibi burtur

Spælið hjá sumbingum er ikki til so nógv øðrvísi, um teir eru á heimavølli ella á útivølli. Men teir dylja ikki, at um tað skuldi endað við, at teir fingu javnleik í Klaksvík, so høvdu teir verið ovurfegnir um tað.

? Gongdin hevur verið sera positiv tær síðstu vikurnar, og vit meta okkum hava eitt lið, sum er nóg gott at vera í 1. deild. Takið er at fáa stigini, sum resta í fyri at koma av aftasta plássinum, og vit halda framvegis, at tað fer at bera til, sigur Jan Poulsen.

Eingin sumbingur er skaddur, men teir hava eitt leikbann. Bibi er leikbannaður eftir gula kortið, sum hann fekk móti gøtumonnum.