Íverksetarakafé um virðismeting av fyritøkum

Hósdagin klokkan 19 skipar Hugskotið aftur fyri Íverksetarakafé. Tá verður sjóneykan sett á, hvussu tú virðismetir eina fyritøku.

Tað verður Ben Arabo, stjóri í Framtak, sum kemur at greiða nærri frá um virðismeting av fyritøkum, herundir:

 

  • Hvørjir faktorar ávirka virðið á eini fyritøku?
  • Hvat hyggur keypari eftir?
  • Hvat drívur virðið á fyritøkuni?
  • Virðisásetingarhættir
  • Nakrir tummilfingrareglar

 

Íverksetarakafé er eitt afturvendandi tiltak, sum Hugskotið skipar fyri. Endamálið er, at veita íverksetum og áhugaðum viðkomandi og kveikjandi fyrilestar, umframt at skapa hugnaligar karmar, har íverksetarar kunnu hittast og vitanardeila.

 

Øll eru vælkomin á íverksetarakafé, Hugskotið bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Melda til her. https://forms.office.com/r/z3zpgtFysv

 

Um Ben Arabo

 

Ben er útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan fígging og vinnulív, bæði í Føroyum og uttanlands. Síðani november 2021 hevur Ben verið stjóri í Framtak, ið hevur ein virknan leiklut sum íleggjari í føroyska vinnulívinum.