Hóast islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið í Nice í síðstu viku, har 31 ára gamli Mohamed Lahouaiej-Bouhlel drap 84 fólk, so ivast franskir myndugleikar í um nakað hald er í tí.
Bernard Cazeneuve, franski innanríkisráðharrin, upplýsir nevniliga, at higartil hevur kanningararbeiðið ikki funnið nakað prógv fyri, at samband er millum Mohamed Lahouaiej-Bouhlel og IS. Tað skrivar bretska blaðið the Guardian.
Franskir myndugleikar hava fingið ákoyringar fyri ikki at hava kent til mannin frammanundan. Mohamed Lahouaiej-Bouhlel var nevniliga ikki á nøkrum lista yvir møgulig yvirgangsfólk ella víðgongdar persónar, men innanríkisráðharrin vil tó vera við, at tað er møguligt, at Mohamed Lahouaiej-Bouhlel brádliga gjørdist víðgongdur.
- Vit kunnu ikki útiloka, at ein óstøðugur og sera harðligur persónur upp á stutta tíð er vorðin víðgongdur, og hevur framt hetta vanvirðisliga brotsverk, verður Bernard Cazeneuve endurgivin fyri at siga.
Seks fólk eru handtikin í kjalarvørrinum av álopinum, harímillum ein persónur, ið er ákærdur fyri at hava útvega yvirgangsmanninum pistólin, ið varð brúktur í álopinum.