Ivast í um tað letur seg gera at steingja heimasíður

Landsstýriskvinnan í innlendismálum ætlar at fáa løgtingið at samtykkja, at hon skal kunna steingja heimasíður á internetinum, sum bjóða ólóglig spøl út. Hetta er bæði fyri at verja tey spøl, ið Ítróttarvedding bjóðar út, men eisini fyri at tryggja, at spælarin verður so væl vardur sum møguligt.

Dátueftirlitið heldur, at í øllum førum eru tað fleiri viðurskifti, sum mugu kannast nærri.

- Spurningurin er, um hetta er tøkniliga møguligt og á hvønn hátt hetta skal skipast.

Dátueftirlitið vísir á, at sama heimasíða kann verða brúkt til ymiskt lógligt innihald eisini, og tí má støða takast til, um tað er innihaldið, sum skal blokerast ella um tað er sjálv heimasíðan, sum skal steingjast.

Í triðja lagi skal støða eisini takast til um ætlanin er at kunna niðurleggja sjálvt økisnavnið (IPadressuna).

- Tað er eisini ein spurningurin, nær tað er gjørligt at steingja eina heimasíðu. Hetta kann møguliga gerast, tá ið talan er um føroyskar heimasíður, men hóast eitt økisnavn hevur .fo í endanum, kann økisnavnið verða hýst í útlandinum, og tá verður tað kanska torførari.

Dátueftirlitið sigur, at spurningur kann eisini setast við, hvussu hetta skal umsitast.

- Er ætlanin at gera ein føroyskan lista yvir ikki loyvdar heimasíður ella hvussu?

Um so er, má onkur umsita henda lista, sigur Dátueftirlitið.

Í hesum sambandi heitir Dátueftirlitið á Løgtingið um at spyrja seg fyri hjá teimum feløgum, sum telefeløgum, lýsingafeløgum og øðrum, sum hýsa heimasíðum, umframt hjá KT-felagnum.