- Eg ivist stórliga í, um landsroyndirnar hava ta gagnligu ávirkan, sum ætlanin var.
Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum.
Hann heldur kortini, at tað er at takað nakað rívan til, tá ið summi halda, at tær eru beinleiðis skaðiligar.
Tað skerst ikki burtur, at landsroyndirnar vóru illa umstríddar, tá ið tær vórðu kravdar í skúlanum, men seinastu sjey árini hava næmingar í fjórða og sætta flokki verið til landsroyndir á hvørjum ári.
- Nógvir næmingar halda, at tað er stuttligt at fara til roynd, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Men tað einasta, teir læra við at fara upp til landsroynd, er, at teir gerast betri í at fara upp í roynd, leggur hann afturat.
Annars heldur hann, at tað er torført at samanbera landsroyndirnar, tí broytingar verða gjørdar mestsum á hvørjum ári.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað líkist ongum, at úrslitið av royndunum kemur so seint, tí tað tekur hugin frá teimum, sum eru við í kanningunum, bæði næmingum og lærarum.
Herálvur Jacobsen vísir á, at í fjør vóru næmingar í átta skúlum við í eini royndarverkætlan við talgildum landsroyndum, tí hereftir skulu allar royndirnar verða talgildar.
- Royndirnar frá í fjør vísa tó, at næmingarnir, sum tóku lut í talgildu kanningini, kláraðu seg sum heild verri enn hinir næmingarnir.
- Grundin til tað kann vera, at næmingar eru ikki vanir við at taka lut í talgildum kanningum, sigur Herálvur Jacobsen.
Kortini væntar hann, at tá ið royndirnar verða talgildar, fer tað at ganga skjótari at fáa úrslitið.
- Landsroyndirnar eru ein politisk avgerð, tí politikarar vildu vísa støðufesti. Men tað varð eisini mett, at tær fóru at gera skúlan betri. |