Politiskt órin
Eg ivist stórliga í um fútin uttan víðari hevur rætt til at taka koyrikortið frá Tórbirni Jacobsen.
Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum er ein av okkararoyndastu løgfrøðingum.
Løgreglan hevur skuldsett Tórbjørn Jacobsen fyri at koyra við kenning og hevur tikið koyrikortið frá honum.
Men mikudagin visti Útvarpið at siga, at Tórbjørn Jacobsen hevur mótmælt at fútin hevur tikið koyrikortið og hann hevur lag tsak ímóti fútanum
Sakarmálið kemur til viðgerðar í næstu viku og Bjørn á Heygum, sakførari hjáløgtingsmanninum, sigur, at talan er um eina prinsipiella sak, sum ongantíð fyrr er roynd í donsku rættarskipanini, sum Føroyar eisini hoyra undir.
Sum løgtingsmaður, hevur Tórbjørn Jacobsen politiskt órin. Tað merkir, at hann kann ikki rættarsøkjast fyrrenn Løgtingið hevur tikið politiska órinið frá honum.
Og akkurát hetta er kjarnin í málinum.
Spurningurin, sum Tórbjørn Jacobsen vil hava rættin at avgera, er, um fútin kann loyva sær at taka koyrikortið frá honum, tá ið tað ikki kann sigast við fullari vissu, at avgerðin um at taka kortið kann roynast í rættinum.
Hetta er ein spurningur, sum ongantíð er svaraður í donsku rættarskipanini. Men tað verður hann altso nú.
Eisini ein av okkara kendastu og royndastu løgfrøðingunum, Jógvan Páll Lassen, heldur, at talan er um eitt áhugavert sakarmál.
Er tað so, at hetta ongantíð áður er roynt í rættarskipanini, er tað eitt mál, sum hevur størsta áhuga.
Sjálvur ivast hann í, um fútin kann loyva sær at taka koyrikortið frá løgtingsmanninum, tí hann hevur politiskt órin.
At taka koyrikortið frá Tórbirni Jacobsen er ein partur av eini revsing. Men hendir tað nú, at tingið ikki tekur órinið frá løgtingsmanninum, kann hann ikki revsast. Og so hevur fútin kortini revsað hann av órøttum.
Tí heldur Jógvan Páll Lassen, at talan er um eitt sera áhugavert mál.
Annars er tað ongantíð hent, at fólkatingið ella løgtingið ikki hevur tikið órinið frá einum tinglimi, sum verður ákærdur fyri lógarbrot.
Orsøkin til, at tinglimir eru vardir av órinið, er fyri at verja teir ímóti at útinnandi valdið, sum er løgreglan og ákæruvaldi, ikki skal kunna fara eftir tí lóggevandi valdinum, sum er tingið, uttan at tingið samtykkir tað fyrst. Men er talan um lógarbrot, hevur tingið altíð tikið órinið frá einum tinglimi.
Ikki avleiðingar
Annars heldur Jógvan Páll Lassen ikki, at lógarbrotið hjá Tórbirni Jacobsen er so mikið grovt at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar fyri hann.
-Brot á ferðslulógina verða vanliga ikki mett at vera so álvarslig lógarbrot at tað eigur at fáa politiskar avleiðingar. At koyra við kenning, verður vanliga revsað við hefti, sum er linari enn fongsul. Fyri at ein politikari skal missa tignina og at eitt revsimál sostatt eigur at fáa avleiðingar fyri ein politikara, skal talan verða um fongsulsrevsing í eina ávísa tíð, men tað verður tað ikki talan um í hesum sambandi.
Men danski politikarin, Hans Engell, segði fólkatingssessen frá sær eftir at hann hevði koyrt við kenning?
Ja, men hann var leiðari fyri ein politiskan flokk, konservativa flokkin og harafturat forstætisráðharraevnið hjá flokkinum, so tað er øðvísi enn at vera vanligur tinglimur, sigur Jógvan Páll Lassen