Suðuroyingar skulu ikki hava alt ov stórar vónir um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, letur upp aftur.
Tað var ein niðurstøða á pallborðsfundi, Vernd av Suðuroyar sjúkrahúsi, skipaði fyri leygardagin.
Við pallborðið sótu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Ronnie Midjord, stjóri fyri Suðuroyar Sjúkrahús, Bjørg av Rana, ljósmóður, og Jenis av Rana, kommunulækni.
Á fundinum vórðu tey spurd hvørjar vónir tey høvdu um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið varð latin upp aftur um nøkur ár.
Men tað høvdu tey ikki stórvegis vónir um!
Ronnie Midjord gjørdi greitt, at tað væntaði hann ikki.
Men samstundis vísti hann á, at viðurskiftini kunnu broytast rættiliga skjótt.
- Hevði nakar sagt fyri nøkrum árum síðani, at vit fóru at fáa ein serlækna í hjartasjúkum, og ein serlækna í urolog, í starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevði eg svarað, at tað fór aldrin at henda, sigur hann.
Hann sipar til, at eingin veit um ikki onkur serlækni, sum tað er brúk fyri á eini føðideild, fer at søkja starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi einaferð í framtíðini.
Bjørg av Rana hevur onga meining um hetta, men Jenis av Rana heldur, at suðuroyingar skulu leggja trýst á fyri at fáa føðideildina aftur.
Eisini Sirið Stenberg heldur, at tað er ringt at siga um føðideildin letur upp aftur.
Men hon vísir samstundis á, at fyrr í ár fekk hon eina menningarætlan fyri, hvussu virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum skal skipast.
Ein partur av tí er at menna Suðuroyar Sjúkrahús, so at einar 150 skurðviðgerðir verða gjørdar á sjúkrahúsinum afturat á sjúkrahúsinum, umframt endurvenjing og viðgerð av hjartasjúkum.
- Tað fer at styrkja sjúkrahúsið sum heild, og eitt avleitt virksemi av tí kann vera, at sjúkrahúsið fær yvirlæknar, sum krevjast til eina føðideild.
- Fáa vit nógv mikið av viðgerðum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, kann tað elva til ymiskt avleitt virksemi, tí ein avbjóðing er nevniliga, at ein serlækni skal hava eitt ávíst tal av viðgerðum, annars er hann í vanda fyri at missa sína løggilding at virka sum serlækni.
Vit hava meiri um sama mál seinni