Ivast í grundarlagnum fyri uppsøgnini

Formaðurin í Læknafelagnum, Hans Petur Nielsen, sigur, at felagið metir málið um uppsøgnina hjá Jóhan Petur Davidsen sum sera álvarsamt, og felagið ivast í grundarlagnum fyri uppsøgnini.

Hans Petur Nielsen sigur, at út frá fyrileggjandi tilfari í málinum um uppsøgnina av Jóhan Petur Davidsen, leiðandi skurðlækna, er tað sera, sera ivasamt, um grundarlag er fryi at fara eftir hansara støðu sum yvirlækna og harvið tænastumanni.

Yvirlæknarnir fara at viðgerða málið
- Læknafelagið sær ógvuliga álvarsligt upp á tann partin av málinum, sum snýr seg um siga Jóhan Petur Davidsen upp sum tænastumann, sigur Hans Petur Nielsen.
Sjálvur er Hans Petur Nielsen yvirlækni á medesinsku deild, og hann sigur, at yvirlæknakollegiið á Landssjúkrahúsinum í næstum fer at viðgerða málið innanhýsis, tí yvirlæknarnir halda eisini málið verða ógvuliga álvarsligt.