Ivast eitt sindur í nær tað er neyðugt at biðja um loyvi

Forboðið rakar ikki føroysk feløg við útlendskum eigarum, siga arbeiðsgevararnir

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur ongar atfinningar ímóti ætlanini hjá samgongini at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.

Eftir uppskotinum skulu fólk hava búð í Føroyum í minst fimm ár í lívinum fyri at kunna keypa sær fasta ogn í Føroyum. Tey, sum ikki lúka tær treytirnar, kunnu kortini søkja um at verða góðkend at keypa hús og jørð í Føroyum. Tað sama gera seg galdandi fyri útlendsk feløg og útlendskar myndugleikar av ymsum slagi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hetta sær ikki út til at raka vinnuna, so tey hava ongar atfinningar ímóti tí.

Endamálið við uppskotinum er at forða fyri, at útlendingar, ið einki tilknýti hava til Føroya, leggja hús og jørð inn undir seg.

Men í hesum sambandi kann spurnartekin setast við, hvat hendir, tá ið ein útlendingur keypir hús í Føroyum tí viðkomandi ætlaði sær at flyta til Føroyar, men so broytir meining eftir at húsið er tinglýst - ella um viðkomandi flytur av aftur landinum. Hvat hendir so við húsakeypinum, spyr Arbeiðsgevarafelagið.

Tey ivast eisini í, nær útlendskar fyritøkur skulu søkja um loyvi til at keypa hús ella jørð í Føroyum, tí tey vísa á, at í viðmerkingunum til uppskotið verða øll feløg, sum eru skrásett í Føroyum, mett sum føroysk feløg, eisini feløg við útlendskum eigarum, sum reka vinnuligt virksemi í Føroyum.