Ivast í baklandinum

Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, heldur tað ikki vera rætt, tá Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin er savnaður í síni støðu til fullveldismálið

John Johannessen


? Baklandið í Javnaðarflokkinum er eftir mínum tykki ikki samt í síni støðutakan til fullveldismálið. Tað eru fleiri, ið halda leiðsluna í Javnaðarflokkinum vera alt ov afturhaldandi í fullveldismálinum.

Hetta sigur Jógvan Mørkøre, býráðsformaður í Hósvík, sum í nógv ár hevur verið limur í Javnaðarflokkinum.

Men hetta er nú søga. Tí Jógvan Mørkøre hevur fingið nóg mikið av Javnaðarflokkinum og sigur seg nú úr flokkinum.

? Eg haldi, at Javnaðarflokkurin hevur gloymt allan sosialpolitikkin, hann hevur staðið fyri, og er í staðin farin at brúka alla orku uppá at vera fornermaður inn á fullveldisætlanina. Hesum tími eg ikki at vera við í, ger Jógvan Mørkøre greitt.