Stjórin á Gigni seinastu mongu árini, Bjarta Vilhelm, er farin úr starvi sínum. Ístaðin hevur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd, fingið ábyrgd av at leiða stovnin, til avgerð er tikin um, hvørt søkjast skal eftir nýggjum stjóra ella um Gigni skal umskipast, vísa skjøl, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í.
Uppsøgnin hjá Bjartu Vilhelm kemur stutt eftir, at Landsgrannskoðarin vísir á fleiri ógreið og ivasom viðurskifti í umsitingini hjá Gigni, sum stjórin og varastjórin hava havt um hendi. 28. februar sendi Landsgrannskoðanin sínar viðmerkingar til aðalráðið og 8. mai segði Bjarta Vilhelm seg úr starvi.
Við tað, at Landsgrannskoðanin eisini hartar varastjóran, kemur Heilsu- og innlendismálaráðið til ta niðurstøðu, at tað ikki er rætt at lata varastjóran taka við starvinum eftir Bjartu Vilhelm.
Bjarta Vilhelm segði seg úr starvi frá 1. juli at rokna, men Heilsu- og Innlendismálaráðið valdi heldur at fríttstilla hana beinanvegin og leggja Gigni undir Heilsutrygd fyribils, inntil stovnurin kann umleggjast ella nýggjur stjóri setast. Samstundis verða nýggjur fakligur leiðari settur á stovninum.
Hvørki Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Egil á Bø, virkandi stjóri, ella Bjarta Vilhelm, fyrrverandi stjóri, vilja gera viðmerkingar til, hví hon hevur sagt seg úr starvi. Tey leggja tó dent á, at hon ikki er søgd úr starvi, men valdi at siga seg úr starvi sjálv.
Sjálv sigur Bjarta Vilhelm við Miðlahúsið, at hon nú leitar eftir nýggjum avbjóðingum.









