Ivasom lógarheimild

Hjá teimum, sum nú skulu rinda skatt av eini skuldarumlegging ivast tey í, hvørt løgtingið hevur havt loyvi at lóggeva, soleiðis sum gjørt varð

Skattalóg

Tað fær valla verið nakar ivi um, at skattingin av skuldareftirgevingini hjá føroyska rækjuflotanum í nógvar mátar virkar við afturvirkandi kraft. Og tað kann uttan iva eisini setast eitt stórt spurnartekin við heimildina at krevja skattin inn. Eisini um teksturin í nýggju lóggávuni skal fylgjast.

Eftirgevingin ikki effektiv
Í nýggja lógartekstinum stendur, at skuldareftirgeving er skattskyldug í tann mun, at » skuldin verður niðurskrivað niður um kursvirðið á kravinum fyri kravánaranum, tá skuldin varð eftirgivin«
Kursvirðið á láni, sum Landsstýrið yvirtekur, er sjálvsagt 100 at byrja við, men verður lánið síðani niðurskrivað við 10% um árið, minkar kursvirðið sjálvsagt tilsvarandi, soleiðis at tað at enda er 0.
Spurningurin er tó í fyrsta lagi, hvørt kursvirðið á fordringini hjá landskassanum í veruleikanum er 0. Tá skuldarumleggingin varð framd, treytaði landskassin sær nevnliga framhaldandi pant í skipunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at verður eitt skip selt, og søluprísurin av hesum er somikið høgur, at fyrsti veðhavarin fær sítt, umframt at pengar eru til landskassan, so fær landskassin sítt. Tá er kursurin av lánveitingini hjá landinum aftur 100, um allur peningurin fæst inn, ella tal onkra staðni millum 0 og 100, alt eftir í hvønn mun fordringin verður innfríað.
Tí kann kann kursvirðið av lánveitingini hjá landskassanum í veruleikanum ikki gerast upp, fyrr enn viðkomandi skip er selt. Ella má landskassin fult og heilt fráfalla sínum krøvum, um skuldareftirgevingin hjá skipunum skal staðfestast.
Sum støðan er í dag, so kann endin væl gerast tann, at partafelag væl kann hava goldið bæði skuld og skatt av hesi, og tað kann so neyvan vera ætlanin hjá hvørki landi ella skipi.

Broyttar fortreytir
Hartil kemur so spurningurin, um løgtingið í hesum sambandi ikki hevur lóggivið við afturvirkandi kraft. Nakað sum tingið annars ikki hevur heimild til, uttan so at hetta er til fyrimuns fyri borgaran.
Tað kann í øllum førum staðfestast, at skuldarumleggingin varð gjørd eftir teirri til ta tíð galdandi lóggávu, og har var ein skuldareftirgeving bert skattskyldug í tann mun, at hendan var størri enn neyðugt var, fyri at tryggja grundarlagið fyri framhaldandi rakstri.
Í hesum førinum er lógarteksturin tó tulkaður soleiðis, at hóast skuldareftirgevingin er avtalað fyri fýra árum síðani, so verður skuldareftirgevingin ikki effektuerað fyrr enn í tann leypandi niðurskrivingin fer fram.
Annar tulkingarmøguleiki er, at skuldin varð eftirgivin longu við avtaluna um skuldarumlegging. Er tað so, so er avtalan gjørd ? og tað varð hon helst eisini ? áðrenn 1. januar 2002 og harvið áðrenn nýggja lóggávan kom í gildi. Men tann tulkingin verður so ikki nýtt í hesum førinum.
Hetta tænir sjálvsagt landskassanum, sum við hesum fær 20% (tá talan er um partafelag) í skattainntøku av eftirgevingini, men tað tænir neyvan borgaranum, sum ? saman við landskassanum ? gjørdi eina avtalu um skuldareftirgeving í árunum 1998-2000. Her man kenslan hjá einum samlaðum rækjuflota vera tann, at tey her eru vorðin offur fyri eini skattalóggeving, sum við afturvirkandi kraft hevur rakt eina neyðskuldaravtalu, sum flotin tá gjørdi, um nøkur vón skuldi vera fyri framman.
Hevði landskassin ta ferðina eftirgivið skuldina í einum høggi, vildi hetta ikki verið nakar trupulleiki, so leingi sum eftirgevingin var neyðug fyri framhaldandi rakstri.