Ivasamt við norska liðskiparanum

Noreg spælir sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum í kvøld kl. 18.15 ímóti Spania.

Skaðarnir byrja av álvara at koma í norska hópinum. Norski venjarin, Marit Breivik mátti síggja burtur frá Katju Nystrøm og Gro Hammerseng, tá hon tók út EM-hópin. Í morgun meiddi Viborg-spælarin, Kristine Lunde seg í einum nærdysti við Linn Sulland. Undir venjingini taklaði Linn Sulland Kristinu Lunde, tá hendan skuldi skjóta eitt skot ímóti málinum. Fysioterapeuturin gav Kristine Lunde viðgerð í økslini beinavegin. Í 2007 varð Lunde ikki við til HM-endaspælið. Tá hevði hon ein langtíðar skaða í júst somu økslini. Tað tók Kristine Lunde eitt langt ár at koma yvir tann skaðan.

 

Tað er tí ivasamt, um hon fær spælt við ímóti Spania í kvøld. Marit Breivik vónar tó til tað síðsta. - Hon er ógvuliga eym í økslini, og vit hava brúkt nógvan ís. Hetta er ikki nakar langtíðar skaði, soleiðis sum eg síggi tað. Eg havi ikki tikið nakra endaliga avgerð um dystin í kvøld. Fyri fyrst, so er hon millum tær 12, sum eru tiknar út til dystin í kvøld. Segði Marit Breivik við norska TV2.

 

Tað er heilt stutt síðani, at Kristine Lunde varð vald til liðskipara á norska liðnum. Hon spældi sítt fyrsta endaspæl í 2001, tá Noreg tók lut í HM-endaspælinum. Kristine Lunde varð við til at vinna EM-gull fyri Noreg í 2006, og OL-gull í 2008.