Ivasamt um vit megna at stýra við hetta lag

? Um fólkavaldu okkara í samgonguni óttast meira samgonguslit og hava størri fyrilit fyri samgonguni og teirra egna valdi enn fyri rættvísi, so er samfelagið í vanda, sigur Heini Olsen, sum síðani 1965 hevur starvast hjá Landsverkfrøðinginum

Heini Olsen fór frá vegna aldur í 1997, og hevur havt góðar stundir at fylgja við íkomnu støðuni á gamla arbeiðsplássi sínum. Hann hevur skrivað drúgva grein um málið aðrastaðni í blaðnum í dag.

Gamli verkfrøðingurin er ikki hvør sum helst. Hann hevur verið ímyndin av stovninum øll hesi árini, og hevur arbeitt bæði úti í heimi og heima á landi.

Hann kom til Føroya í 1965, eftir at hava verið á fyritøkuni Kampsax, sum eisini hevur lánt hansara serkønu hjálp fleiri ferðir, har hann hevur arbeitt í tilafturkomnum londum, eins og hann hevur arbeitt fyri Danida, eisini útlæntur av Landsverkfrøðingsstovninum. Hann er eisini kendur fyri sínar upplýsandi og undirhaldandi útvarpsendingar um viðurksiftini í teimum londum, hann hevur arbeitt í.


Ikki tað vit

droymdu um

Heini Olsen sigur um støðuna í dag í Føroyum, at hetta sanniliga ikki líkist tí, sum hansara foreldur og tey ungu tá vónaðu, tá tey droymdu um eitt virðiligt sjálvstýri. Hann setir sær spurningin, um tað veruliga er so galið í Føroyum, at vit ikki megna at stýra okkum sjálv.

? Hvat droymdu tit um á ungum døgum?

? Foreldur míni tosaðu um at Føroyar skuldu megna at skipa seg fíggjarliga. Tað merkti at hvør familja sær, bygdin og landið skuldi svara hvørjum sítt. Tá vit vóru komin so mikið áleiðis, so vóru vit sjálvstøðug, og kundu fara undir at samráðast við Danmark ella annað land, og á tann hátt fáa virðiligt samband úteftir á jøvnum føti við onnur lond.


Eg skammist

? Hvussu hevur tað kenst at vera eygleiðari til tað, sum hendi landsverkfrøðinginum?

? Nú eri eg farin frá vegna aldur, so tað kann vera líkað mikið fyri meg persónliga, men í løtuni skammist eg av okkum føroyingum, sigur Heini Olsen.

? Vit verða til ta turru rukku í grannalondunum, tá tað frættist, hvussu vit byrja okkara fullveldi - eins og fúlastu einaveldistjóð.

? Er stýrisskipanarlógin ikki nóg góð, ella megnar politiska valdið ikki at umsita hana?

? Eg haldi veruliga at stýrisskipanarlógin krevur ábøtur, fyri at løgmaður í minsta lagi kann vita, hvat landsstýrismenn seta í verk. ? Løgmaður átti eisini í minsta lagi at hava undirskriva slíka ætlan, sum tann at leggja tveir av størstu stovnunum í landinum saman og seta landsverkfrøðingin frá, áðrenn ætlanin varð framd, sigur Heini Olsen, sum ímyndar sær, hvat kann henda, um ein ørvitisfiskur við flogviti gongur berserkargongd í Tinganesi, innan karmin av verandi lóg.


Rættarskipanin

í vanda

? Nógv bendir eisini á, at rættarskipanin er í vanda, tá maður, sum einki skeivt hevur gjørt, heldur ikki innan lógarinnar karm, soleiðis kann koma út fyri kollvelting í lívi sínum og vera ærumeiddur, uttan tó at hava nakran verðsins møguleika at verja seg.

? Eftir nýggju skipanini við ráðharraábyrgd hevur landsstýrismaðurin heimild at fremja slíkar ætlanir?

? Eg gevi lítið fyri hasum við ábyrgd landsstýrismanna. Slíkur ófantaligur atburður kann bert føra við sær eina meira ella minni skemtiliga »nøs» ella »neps» ella hvat teir nú kalla tað - uttan at hugsað verður um hann, sum situr við sviðanum restina av lívinum, sigur Heini Olsen.


Einki væl skikkað fólk fer at søkja

Hann hugsar nógv um, hvat nú fer at henda við landsverkfrøðingsstovninum, og stúrir fyri, at einki skikkað fólk fer at søkja starv har, tá viðurskiftini eru so ótrygg.

? Tá verða tað bert tey, sum einki annað vita sær til taks, og sum einki annað starv fáa, ið vilja arbeiða á stovnium.

? Tað merkir, at arbeiðslag og vitan sindrast og at stovnurin sum heild søkkur niður á eitt støði, sum hann ongantíð áður hevur verið á. Stovnurin missir soleiðis tann týdning, sum hann hevur havt fyri fólkið alt í hvørjari einastu bygd í Føroyum - undantikið Gásadali, men tað var í hvussu so er ikki okkara skyld, sigur Heini Olsen.


Biða Henning koma aftir til arbeiðis

? Kann stovnurin bjargast?

? Einasta virðiliga loysn á hesum óvirðiliga máli er, at tað verður lagt fyri tingið og at Henning Jacobsen, við eini almennari umbering, verður biðin um at seta seg aftur í sessin.

Heini Olsen heldur, at tá tað er gjørd, kann farast undir at kanna, hvat skilabest er at gera. Hann leggur aftrat:

? Eg noyðist at taka upp aftur hetta við stýrisskipanini og rættarsamfelagnum: Um okkara fólkavaldu óttast meira samgongusliti ella hava størri fyrilit fyri samgonguni og teirra egna valdi enn fyri rættvísi, so er alt samfelagið í vanda, sigur Heini Olsen.


Viðmerkingin hjá Heina Olsen stendur at lesa á síðu