Talv
35 ára gamla talvstjørnan úr Ukraina tapti í 1. umfari móti einum IM´ara, við einans umleið 2450 ratingstigum. Tíðindini fóru skjótt kring talvheimin; favoritturin Ivanchuk (2716) hevði fingið eina katastrofala byrjan í evropameistaraskapinum, sum í ár varð leiktur í Turkalandi.
Kappingin varð ikki eins sterk sum vónað. Bert ein telvari yvir 2700, nevnliga Ivanchuk. Hinvegin var ein rúgva góðum 2600-telvarum; eitt nú 17 ára gamli Radjabov (2670) og veteranarnir Gurevich (2672) og Nikolic (2648), sum vit kenna frá sínum mongu vitjanum í Føroyum síðani fyrst í 90´unum.
Seinast Nikolic var í Føroyum, var í fjør í samband við FM fyri einstaklingar í Havnini. Tá hjálpti hann serliga ungum telvarum úr Klaksvíkar Talvfelag. Ein vældámdur og sterkur telvari, sum hevði eina framúr góða EM-kapping.
Umdystur
David Navara (2602) lá leingi einsamallur á odda í longu kappingini; 13 umfør skuldu leikast. Ungi kekkin dragnaði fyrst í næstseinasta umfarinum, tá Ivanchuk fekk hann aftur. Tveir telvarar átti tí felagsoddasessin við 8,5 stigum innan trettanda og seinasta umfarið.
Meðan Ivanchuk leikti javnt í sínum seinasta talvið móti Gurevich, sum hevði 8 stig, kundi Navara við at vinna sítt talv móti Nicolic, ið hevði 8 stig og tí sjálvur kundi vinna seg uppá deilt fyrsta pláss, vinna EM einsamallur. Navara hevði svarta fólkið, og tað varð tí eingin løtt uppgáva fyri framman. Navara misti eisini fótafestið tíðliga í talvinum móti tí sera støðuga Nikolic. Okkara maður vann eitt gott talv, og tá hini úrslitini eisini fløskaðu seg væl, endaði Nikolic á deildum fyrsta plássi saman við Ivanchuk.
Umdysturin, har hvør telvari hevði 25 min. hvør til talvið, bleiv leiktur sunnudagin. Tvey talv. Ivanchuk var náðileysur og vann rættiliga trygt bæði talvini. Hann tordi enntá at nýta kongagambit í tí fyrra talvinum.
Remiskongar
Av øðrum kendum telvarum í EM, kann nevnast Ulf Andersson (2570), sum eftirhondini er vorðin 52 ár. Ulf var millum heimsins bestu telvarum í 70´unum.
Sviin hevur altíð verið kendur sum ein telvari, ið metur eitt remis sum eitt vunnið hálvt stig, heldur enn eitt tapt hálvt stig. Og hann skuffaði heldur ongan í EM; Ulf vann tvey tey fyrstu talvini, og leikti síðani ellivu javnleikir á rað!
Júst sama úrslit fekk talentið Radjabov, og í mun til Ulf, er úrslitið hjá Radjabov óvæntað. Garry Kasparov metur, at Radjabov hevur tikið skaða av at hava telva seinastu tvey árini í kappingum saman við heimselituni. Í hesum høpi, var ein javnleikur altíð eitt gott úrslit hjá Radjabov. Úrslitið av hesum er, at hann nú hevur ringt við at vinna ímóti miðalsterkari mótstøðu. Radjabov varð ov tíðliga settur í eldin, sigur Kasparov. Helst hevur heimseittarin rætt í sínum metingum.
Shirov suvirenur
Meðan Ivanchuk og aðrir stríddust í Turkalandi, vann álopssinnaði Alexei Shirov (2713) eina sterka kapping í Sarajevo, nevnd ?34th Bosna Tournament?. Shirov vann seks talv og leikti trý jøvn, og fekk tí 7,5 stig av 9 møguligum. Eitt megnar avrik.
Næstur Shirov varð Sergei Movsesian (2647) við 6 stigum. Triðfremstir vórðu Ivan Sokolov (2690) og Viktor Bologan (2665) við 5,5 stigum. Púra óvæntað hekk einki saman hjá Nigel Short (2712), sum einans fekk 3,5 stig og endaliga aftarliga. Bretin fer niðurum 2700-markið eftir ringa úrslitið í Sarajevo.










