Ivan Joensen skiftir til B68

Klaksvíkingurin fer komandi kappingarár at spæla fótbólt á Toftum

B68 kunngerð í dag, at felagið hevur heinta ein leikara afturat hópinum til komandi kappingarár.

 

Leikarin, ið talan er um, er klaksvíkingurin Ivan Joensen, sum annars bara hevur umboða barndómsfelagið KÍ.

 

 

B68 heimasíðan skrivar:

 

Nú B68 aftur skal royna seg í bestu deildini, eru fyrireikingarnar av álvara byrjaðar, og nýggjur leikari í B68 hópinum, er 23 ára gamli klaksvíkingurin Ivan Joensen.

Ivan, sum er ein álopssinnaður miðvallari, er eisini væl fyri tekniskt, umframt at hann eisini kendur fyri at vera sera ágrýtin.

 

Ivan er sum sagt uppvaksin í KÍ, har hann hevur leikt 87 dystir á besta liðnum, har hann eisini hevur skotið 6 mál. Eisini hevur hann reint seg á fleiri av teimum føroysku u landsliðunum, har hann m.a. hevur leikt 4 dystir við U21.