Ivan Bilar endurnýggjað ISO-9001

Bilasølan P/F Ivan Bilar við Hoyvíksvegin hevur endurnýggjað ISO-góðkenningina og fingið nýggja heimasíðu.

P/F Ivan Bilar er einasta ISO góðkenda bilasøla í Føroyum, og hósdagin 11. desembur 2008 vóru umboð fyri Det Norke Veritas (DNV) og vitjaðu fyritøkuna fyri at eftirkanna og gjøgnumganga góðskuskipanina.

Tá starvsfólk, saman við umboðnum hjá DNV høvdu gjøgnumgingið skipanina, kundi staðfestast at góðskustøðið hjá Ivan Bilum var hækkandi á fleiri økjum.

Úrslitið av certifiseringini vísti heilt greitt, at Ivan Bilar nýtir góðskuskipanina í gerandisdegnum, og at hetta speglast aftur í teimum mannagongdum, sum eru galdandi.

Tað er eingin ivi um, at ISO skipanin hevur týdning bæði fyri leiðslu, starvsfólk og okkara viðskiftafólk, verður sagt í tíðindaskrivi frá Ivan Bilum. P/F Ivan Bilar hevur 23 fólk í starvi.

Fyritøkan hevur eisini fingið nýggja dagførda heimasíðu: www.ivan.fo

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum