Ivamálið er Arnbjørn

Størsta ivamálið í sundalagnum er um Arnbjørn Hansen verður klárur til dystin. Hann fekk eina fiburspreinging í baklærið í landsdystinum móti Íslandi. Hann spældi ikki móti NSÍ farna vikuskiftið og er ivasamur til steypafinaluna.

 

Helst verður hann lappaður saman dystin, men so er spurningurin hvønn leiklut hann fær á liðnum. Velur Rúni Nosløe at byrja við honum fyri síðani at síggja hvat hann heldur til. Ella velur hann at byrja við Gunnari Zachariasen og brúkar Arnbjørn eftir tørvi.

 

Annars eru allir menn tøkir.

 

Rúni Nolsøe hevur eisini onkrar møguleikar á miðvøllinum, har Brian Olsen og Niels Pauli Danielsen banka upp á at sleppa inn á miðvøllin.

 

Liðið hjá EB/Streymi er framvegis ikki sett.

 

Møgulig uppstilling hjá EB/Streymi: (4-3-3)

 

René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Arnar Dam, Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen - Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen og Gunnar Zachariasen