Ivamál um Wembley verður klárt til finaluna

Tað er ikki vist, at Wembley verður klárt til FA Cup finaluna, sum verður leikt í mai mánað
Ein talsmaður fyri fyritøkuna, ið stendur fyri byggingini, metir, at møguleikin fyri, at Wembley verður klárt, er 70 prosent. Hvussu hetta skal tulkast er ilt at siga, men hetta hevur fingið fleiri at óttast, at leikvøllurin ikki verður klárur til finaluna, sum fólk annars høvdu væntað.
Stjórin í felagnum Multiplex hevur ásannað, at óvissa í løtuni valdar um, hvørt leikvøllurin verður klárur til tíðina. Um Wembley nú ikki kann hýsa finaluni, verður hon leikt á Millennium Stadium í Cardiff.
Ætlanin var annars, at Multiplex skuldi handa enska fótbóltssambandinum leikvøllin tann 31. mars, men tað verður eftir øllum at døma av ongum.