Hóast bert fáir tímar resta í, áðrenn H71 og Neistin hittast í seinnu FM-finaluni, so eru framvegis ivamál um hvussu hópurin hjá hoyvíkingum fer at síggja út.
Stóri trupulleikin er at Hallur Biskopstø fekk skaða við venjing í gjár, og hann verður neyvan at síggja á vøllinum.
Tað frættist úr Hoyvík at umhugsað verður at fáa onkran av áður skaddu leikarunum at spæla, hóast hetta var sagt at verða óhugsandi fyri fáum døgum síðani. Tað er tó sera ivasamt um Pætur Thomsen ella Hilmar Leon Jakobsen kunnu spæla, men allir møguleikar verða kannaðir nú.
Rás 2 hevur samrøðu við Sonna Larsen, venjara hjá H71, í hálvleikinum í kvinnudystinum, ið verður leiktur klokkan 16.00 í Vestmanna.