Ivaleysir fuglfirðingar

ÍF lat ongan iva vera eftir, tá teir vunnu tryggan sigur í útidystinum móti SÍ

Mansflogbóltur

Eitt av allar sterkastu liðunum í flogbóltslandskappingini í fjør var SÍ. Meistaraheitið vunnu teir ikki, men leingi vóru teir væl við, og hartil eydnaðist teimum eisini at vinna steypafinaluna í dysti móti ÍF.
Og sørvingar hava aftur í ár eitt sterkt lið, men tað er tó ein munur á kortini. Tað er nevnliga so, at ÍF í ár tykist hava eitt lið, sum eingin kemur í nær námind av hvat styrki viðvíkjur.
Undan dystinum í Sørvági høvdu fuglfirðingarnir vunnið fimm dystir á rað, uttan at sett er tikið frá teimum, og sunnudagin kom so sætti sigurin.
Og tað var ongan tíð nakar ivi um, hvør parturin var hin stinnari. Frá fyrsta bóltinum vóru fuglfiriðingar teir stinnaru, og tó at ferðin á spælinum ikki alla tíðina var hin sama, so var tað ikki stórvegis, sum heimamenninir kundu gera til tess at steðga reyða herinum.
Og spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt nakar yvir høvur er førur fyri at gera nakað sum helst við ÍF. Á øllum plássum tykist liðið vera somikið sterkt, at veik punkt eru trupul at fáa eyga á, og tí fær liðið alla tíðina leikt sítt spæl, tó at leikararnir rotera á plássunum.
Enn er grundspælið tó ikki liðugt, og í endaspælinum fara stigini av álvara at telja, men sum sagt, so er í løtuni ilt at fáa eyga á nakran avbjóðara til væl koyrandi fuglfirðingarnar.