Ivaðust um pápin var inni

Tað gekk rímiliga væl hjá Skálafjarðar Sløkkiliði at fáa tamarhald á eldinum, sum var í gamla krúthúsinum á Raktanga, sunnanfyri Stranda bygd, í kvøld. Sum skilst, er hetta ikki nøkur krútgoymsla longur, men heldur nakað, sum líkist einum summarhúsum. Talan er um tveir eigarar, har annar eigarin hevur køk og onkur rúm í einum parti, meðan hin brúkar sín part til goymslu av eitt nú reiðskapi.

Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at teir fingu boð um eldin beint fyri klokkan 22 í kvøld.

- Vit fingu skjótt at vita, at fólk neyvan var í húsinum, men at einar tvær gassfløskur vóru har, sum vit máttu ansa eftir.

Hann sigur, at tað serliga vóru sløkkiliðsmenn av Strondum og Skála, sum vórðu tilkallaðir, men við tað, at vatn ikki er á Raktanga, varð eisini bilur við vatni sendur avstað úr Runavík.

Umframt sløkkiliðsmenn og bilar, var løgregla eisini á staðnum.

- Tað eru vit, sum standa fyri at sløkkja eldin, meðan løgreglan tekur sær av spurninginum um, hví eldur er íkomin.

Sunleiv vísir á, at tað fyrsta, teir gjørdu, tá teir komu á staðið, var at tryggja sær, at eingin var í húsinum og at fáa gassfløskurnar út.

- Eina løtu var eitt sindur av órógvi um, hvørt nakar kortini kundi vera inni, tí onkur av børnunum hjá eigaranum fekk ikki pápan at svara telefonini.

Skjótt varð tó funnið út av, at heldur ikki hann var staddur í húsunum.

Skúrurin hevur flagtekju, og tað vísti seg, at eldur serliga var millum flagtekjuna og loftir undir.

- Her var eitt sindur trupult at sleppa til, og vit noyddust at bróta nakað niður fyri at sleppa fram at, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.