Ljósfest verður leygardagin í Vági

Ljósfestin verður leygardagin Nú leygardagin verður mentanardagurin Ljósfest í Vági. Byrjað verður klokkan 11.00 og hildið verður á til fari er um miðnátt.

 

Elverkið í Botni, har fyrsti streymur í Føroyum varð framleddur fyri 101 ári síðani

Eins og undanfarna ár, so skipar Vágs Kommuna fyri mentanardegi í Vági – Ljósfest. Á degnum verður alt frá málningaframsýning og barnatiltak til sølutorg og stóra tónleikakonsert um kvøldið. 

 

Úr skránni kann nevnast, at klokkan 11 letur listaframsýning við list eftir Hans í Líðini, sála. Ein tíma seinri letur sølutorgið upp í tjaldinum. 

 

Elverkið í Botni er opið fyri almenninginum, har til ber at síggja lutir og skjøl frá 100 ára longu søguni hjá verkinum. 

 

Seinri verður barnatiltak á stóra pallinum við BuBu og Blandað Drops. 

 

Aftur í ár, ferð Vágs kommuna at heiðra vágbingum, sum gjøgnum lívsleiðini, hava gjørt nakað serligt fyri bygdina innan mentan ella á annan hátt.

 

Um kvøldið verður stór ókeypis konsert á pallinum við Evi Tausen, Tinganest, Høgna Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Inga og Danny og Hjarnar. 

 

Í samband við Ljósfestina, so eru enn tøk pláss á Kamping Vágseiði, skuldi onkur havt áhuga at komi til Vágs í húsvogni ella telti. Til ber at bíleggja pláss her. https://suduroy.booklocal.fo/#/

 

Á heimasíðuni vagur.fo ber eisini til at lesa tíðindastubbar um ymsu tiltøkini, sum verða á Ljósfestini. www.vagur.fo

 

Øll skráin kann lesast her.https://en.calameo.com/read/006637902a2e738238bc7

 

Elverkið í Botni, har fyrsti streymur í Føroyum varð framleddur fyri 101 ári síðani