Mikukvøldið í farnu viku var alt Føroyar á gosi. Ein fótbóltsspælari hevði sligið ein annan fótbóltsspælara í einum venjingardysti. Úrslitið var ein brotin nøs.
Føroyingar stóðu í kø at fortelja hvussu langt úti hetta var. Vaksnir menn, sum berjast. Hvat er tað fyri nakað? Hans Jørgen, sum sló Poul Ingason, skuldi revsast við risa leikbanni og øðrum. Bæði HB og Víkingur kastaðu við runu eftir hvørjum øðrum. HB átti onga skyldu, meðan Víkingur helt fyri, at HB átti líka stóran part av skyldini í hendingini.
Tá pulsurin var komin nakað niður úr reyða feltinum, so bar aftur til at seta hendingina í ein samanhang. Tveir fótbóltsspælarar, sum spæla við hjartan og kenslunum uttan á troyggjuni, endaðu í hornatøkum. Tað hendir meiri javnan, enn vit kanska geva okkum far um. Tíverri endaði tað hesa ferð við eini brotnari nøs, men slíkar hendingar koma fyri í fótbólti. Tí er avgerandi, at seta slíkar hendingar í ein samanhang.
Ronaldo og Mexès
Bara hetta vikuskiftið blivu tveir kendir spælarar útvístur fyri líknandi støður. Heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti Cordoba um vikskiftið, tá tann fyrst sparkaði ein spælara, og síðani sló ein annan. Fyribils ljóðar, at hann fær leikbann í ein dyst.
Verri verður helst við franska miðverjanum hjá AC Milan, Philippe Mexès, sum eisini fekk beinleiðis reytt kort um vikuskiftið. Hann fekk fyrst reytt kort fyri at hálvgun taka um hálsin á liðskiparanum hjá Lazio, sum hevði sparkað út eftir honum frammanundan. Philippe Mexés fór so eftirfylgjandi aftur eftir Stefano Mauri. Hesa ferð tók hann allan armin um hálsin, og nærmast royndi at kvala Stefani Mauri. Helst fær hann eina longri revsing.
Aldrin rætt
So hví koma við hesum dømunum nú? Jú, tí eg haldi av og á, at fólk øsa seg upp um ávísar hendingar, men gloyma eitt sindur samanhangin. Hetta er also nakað, sum hendir í fótbólti. Í 3. deild í Føroyum, í Effo-deildini, til venjing, í Seria A, HM endaspælinum og sjálvt Cristiano Ronaldo glepsar av og á.
Okkurt er verri og okkurt førir størri skaðar við sær. Alt er ikki líka tilætlað, men tað ger tað ikki rætt fyri tað. Men tað skal ein stór portion av óvitan um fótbóltsheimin til, um tú gerst skakkur av, at slíkt hendir á einum fótbóltsvølli.
Vinnarar og taparar
Cristiano Ronaldo, Philippe Mexès og Hans Jørgen Djurhuus hava allir eitt til felags. Teir hava biðið um umbering fyri tað teir hava gjørt. Tað teir hava gjørt skal revsast av røttu viðkomandi, og tað revsingina skulu teir taka. Tað telur upp, at allir tríggir hava biðið um umbering og hava viðgingið, at teir hava gjørt nakað skeivt. Mær rennur í huga nakrir aðrir bólkar í samfelagnum, sum kanska onkuntíð kundu viðgingið sínar feilir, tá tey taka feil frammanfyri øllum landinum í Tinganesi og harum. Tit kunnu ímynda tykkum hvørji tey kundi verið.
Annars haldi eg, at bæði FSF og Víkingur hava verið ov ógreið í sínum útmeldingum, eftir hendingina. FSF skal sjálvandi taka eitt slíkt mál upp og blanda seg upp í. Allir føroyskir spælarar eru undir FSF, og serliga spælarar í Effo-deildini. So FSF skal ikki fjala seg aftanfyri reglugerðir og manglandi fordømi.
Víkingur gjørdi sjálvmál við síni útmelding, sum kom alt ov seint. Samstundis luktar hon av, at felagið hevur ilt við at viðganga, at Hans Jørgen hevur gjørt nakað skeivt. At halda revsingina innan fýra veggir er eisini bara býtt. Eg ætli mær so at skriva hvør hon er, um eg fái eina keldu upp á tað. Fótbóltsføroyar hevur rætt at vita hvussu Hans Jørgen verður revsaður fyri eina slíka hending, sum er varpað út kring alt landið.
Og annars tummil upp til Poul Ingason fyri at góðtaka umberingina frá Hans Jørgen. Soleiðis gera vaksnir menn!
*Her kann eg leggja afturat, at eg haldi at tað er eitt sindur burturvið, at løgreglan verður blandað upp í málið. Tóku FSF og Víkingur hond um málið, so var ikki neyðugt hjá løgregluni at gera tað.
Klumman í Sosialinum, 26. januar 2015.
Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo