Ítróttarklumma:
Dubai, November 2014:
Fyri ferðafólk er hitin í teimum arabisku londunum í november mánað frálíkur. 25-30 gradir um dagin, og á leið 15-20 gradir um kvøldið.
Tá prátið kemur inná HM í Qatar í 2022, eru tey lokalu ikki í iva. Undir ongum umstøðum er ráðiligt at spæla HM í Qatar í juni/juli mánað, tá HM verður um gott og væl átta ár. Miðalhitin í Qatar í juni og juli mánað er á leið 42 gradir, og tí verður tað ómenniskjasligt fyri flestu fótbóltsspælarar, at spæla týdningrmiklar dystir í tílíkum hita.
Skal HM spælast í Qatar, má tað tí flytast til um veturin, tá hitin er lægri í Qatar, verður sagt frá teimum lokalu í Dubai.
Qatar verður ein kollvelting
Og tað er júst tað, ið FIFA nú mælir til. FIFA vil, at HM í Qatar í 2022 verður leikt um veturin, frá seinast í november 2022 til 23 december 2022.
Hetta kemur at skapa eina kollvelting í teimum flestu londunum, tí í nærum øllum teimum europeisku deildunum koyrir kappingin í hæddini í november og december mánað, og tí má kappingin umskipast í teimum flestu londunum.
Avgerðin hjá FIFA um at flyta HM til um veturin, hevur fingið blandaðar reaktiónir. Í Onglandi tala fólk hvassliga at, at flyta HM til um veturin, tí tað kemur at raka Premier League meint.
Gott ella ringt?
Frá byrjan av, hevur kritikkurin verið stórur, at HM yvirhøvur er lagt í Qatar. Men niðurstøðan má vera, at um HM skal spælast í Qatar, má tað vera leikt undir menniskjaligum umstøðum í november/december mánað, og ikki undir umstøðum har dystirnir mugu vera avgreiddir við kølianleggum og kølidraktum.
Seinasti spurningurin er eisini, um tað ikki eisini kann hava eina jaliga ávirkan at spæla HM um veturin. Tað er ofta sæð, at leikararnir í teimum stóru europeisku deildunum hava verið troyttir til eitt HM endaspæl um summarið. Tann undanførslan kann ikki brúkast til eitt HM um veturin í Qatar, og tí eru vit við uppá, at HM í Qatar skal vera spælt um veturin.
At HM so yvirhøvur er lagt í Qatar, er ein heilt onnur søga.