Ein av teimum stóru bygningunum, sum fekk stóran skaða í storminum fyrr í vikuni, er ítróttarhøllin á Hálsi. Hermann Mortensen, sum umsitur høllina, sigur, at tvey lítið hol eru komin í dúkin á takinum og sostatt er vindurin sloppin inn undir. Avleiðingin er, at einir 60 metrar av takinum eru loysnaðir, umframt at isoleringin, sum liggur upp undir takið, er lyft upp frá og er rukkað í støðum.
Hetta er á tí gamla partinum á høllini. Fólk frá brandstøðini vóru á takinum ein stóran part av degnum í gjár og royndu at bjarga støðuni og í dag eru lektir lagdar á rivurnar, og skrúvaðar niður í at skaðin ikki versnar.
Men Hermann Mortensen sigur, at tíbetur er høllin ikki farin at leka tí har er púra turt. Hann sigur, at nettupp leki er eitt, tey fara at halda eyguni væl við , serliga eisini nú, lektir eru skrúvaðar ígjøgnum dúkin og tað er ikki óhugsandi, at tað fer at leka um skrúvuholini.
Fremsta endamálið hjá teimum nú er at tryggja, at ítrótturin ikki verður tarnaður. Í hesum sambandi er tað sera umráðandi, at høllin ikki fer at leka, serliga nú tvey stór finaluvikuskifti standa fyri durum. Seinast í mánaðinum er finalurnar í hondbólti og fyrst í mars eru finalurnar í flogbólti.
##med2##
Fer høllin ikki at leka, verður eingin trupulleiki at hýsa hesum dystunum, leggur hann afturat. Hann sigur, nú skal støða takast til, hvussu skaðin skal umvælast. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum tað ber illa til at gera hesa tíðina. Ein møguleiki er tískil at tryggja høllina til í summar, tá ið skaði kann umvælast endaliga.
##med3##
##med4##














