Síðsta hálva árið hava nakrar eldsálir arbeitt fyri at byrja ein ítróttarháskúla í Vági. Umstøðurnar til ein slíka skúla eru góðar í Vági, har Føroya fyrsti 50 metra svimjihylur er, umframt bæði fótbóltsvøllur og hondbóltshøll. Løgtingið trúði eisini uppá verkætlanina og játtaði í vár fígging til hana.
Seinnu vikurnar hevur tó eitt ivamál verið um skúlan vegna manglandi tilmelding, og í dag boða fyrireikararnir so frá, at skúlaársbyrjan hjá háskúlanum, ið skuldi vera í heyst, nú er útsett til í vár.
- Hóast Ítróttarháskúlin ikki byrjar sum ætlað í heyst, verður fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum ætlandi bjóðað út í vár, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Í skrivinum framgongur eisini, at orsøkin til seinkingina er manglandi undirtøkan frá næmingum.
- Eftir at umsóknarfreistin var úti til heystskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, vóru vónir um, at ein svimju-linja kundi byrja, hóast at umsøkjaratalið ikki var 12, eins og ásett í háskúlalógini.
- Tíverri hava nakrir umsøkjarar, eftir at umsóknarfreistin er farin, valt at fara aðra leið, og er tískil gjørt av, at fyrsta skeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy ikki verður í heyst, men komandi vár.
- Vit kunnu staðfesta, at vit hava fingið ov fáar umsóknir, og er ein høvuðsorsøk uttan iva, at Ítróttarháskúlin ikki var klárur at bjóða næmingum á skúlan fyrr enn mitt í juni. Tey flestu, sum ætla á háskúla ella eftirskúla, taka helst avgerð um hetta í góðari tíð, áðrenn skúlin byrjar. Í so máta, so er betri skotbrá hjá Ítróttarháskúlanum til várskeiðið, sum eftir ætlan byrjar í februar.
Fyrireikararnir meta, at høga gjaldið kann hava havt sína ávirkan á manglandi undirtøkuni, og er tað nakað, ið man nú fer royna at broyta.
- Harumframt hevur tað møguliga eisini ávirkað, at kostnaðurin fyri at ganga á Ítróttarháskúlanum er lutfalsliga høgur. Ætlanin hevur frá byrjan verið, at eitt 12 vikurs skeið skuldi kosta umleið 16.500 kr., men hava vit gjørt av at søkja eftir næmingastuðli eftir galdandi reglum, fyri at fáa næmingagjaldið niður. Hetta merkir, at kostnaðurin fyri eitt 12 vikurs skeið á Ítróttarháskúlanum væntandi verður væl lægri.
- Vit hava seinastu vikuna verið í einum góðum dialogi við Mentamálaráðið um framtíðarætlanirnar hjá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, og vóna vit eisini, at Ítróttarháskúlin í Suðuroy fær játtan á fíggjarlógini fyri árið 2016, soleiðis at føroyskir og útlendskir ungdómar fáa møguleikan at royna eitt spennandi háskúlauppihald í Suðuroynni.