Árligi ítróttardagurin hjá ÍSB verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 28. mars (í morgin) frá klokkan 10.00 til klokkan 14.00.
Ítróttardagurin er fyri øll brekað í Føroyum, og hjá hvørjum einstaka luttakara verður høvi at luttaka í ítróttargreinum, sum hava verið royndar, og í nýggjum ítróttargreinum.
Samstundis verður høvi at síggja onnur brekað í Føroyum og leiðarar teirra.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Kl. 10.00: Øll møta upp og finna seg til rættis í høllini.
Kl. 10.30: Upphiting fyri øll.
Kl. 11.00: Boccia og borðtennis.
Kl. 11.30: Rullufjøl/slalom og badminton.
Kl. 12.00: Ballónspæl og fótbóltur.
Kl. 12.30: Steðgur.
Kl. 13.00: Indiaka og hockey
Kl. 13.30: Bóltkast og posarenning
Í steðginum verður matpakkin etin. Kantinan verður eisini opin, so at tey, ið ikki hava smurt sær breyð, eisini kunnu fáa sær okkurt.
Skreytblað verður latið øllum luttakarunum.
ÍSB vónar at enda í tíðindaskrivinum, at hetta fer at vera ein góður dagur hjá luttakarunum.