Ítróttafeløg setast aftur orsakað av Herjólfi III

Eins og hini feløgini í Suðuroynni, TB og Royn, hevur nevndin í FC Suðuroy tikið avgerð um at barna- og ungdómslið frá U13 ár og yngri ikki luttaka í fótbóltskappingini. Longu nú er eisini greitt, at tað verða fá lið, sum koma suður til kappingar, sigur FC Suðuroy.

Nú boðar FC Suðuroy frá, at lið fara ikki um Suðuroyarfjørð so longu sum Herjólfur røkir leiðina. Dagt verður í fráboðan, at onnur feløg í oynni hava somu støðu, og at striltið eisini tykist at fáa feløg norðanfjørðs at vitja Suðuroynna í samband við dystir.

 

FC Suðuroy er komið við soljóðandi fráboðan á sínum facebook-vanga:

 

So longi sum Herjólfur røkir Suðuroyarleiðina burturav, luttaka barna- og ungdómslið hjá FC Suðuroy frá U13 ár og yngri ikki í fótbóltskappingum norðanfjørðs.

 

Eins og hini feløgini í Suðuroynni, TB og Royn, hevur nevndin í FC Suðuroy tikið avgerð um at barna- og ungdómslið frá U13 ár og yngri ikki luttaka í fótbóltskappingini, meðan Herjólfur avloysir Smyril á Suðuroyarleiðini.

 

Í fyrsta lagi eru tað ov nógvar óvissur, bæði hvørt bilar og ítróttarfólk sleppa bæði norður og suðuraftur sama dag. Harnæst er tað eisini sjálv ferðatíðin, at børn mugu heimanífrá kl. 5 um morgunin og eru ikki heimaftur fyrr enn seint á kvøldi. Ikki minst, so eru tað eisini fleiri, sum ikki eru heilt trygg við at sigla við einum skipi, sum er so nógv minni enn Smyril, nú okur fara út í september.

 

Longu nú er eisini greitt, at tað verða fá lið, sum koma suður til kappingar, tí øll lið (uttan FC Hoyvík) meldaðu avboð til kappingar og dystir í Suðuroynni leygardagin 20. august.

 

FC Suðuroy, TB og Royn hava á fundi í dag, fríggjadagin 19. august, gjørt av at skipa kappingardagar í Suðuroynni fyri øll liðini, sum eru frá U13 ár og yngri, og verða hesir kappingardagar skiftisvís í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba – hetta fyri at tryggja at okkara børn og ung sleppa at spæla fótbólt í vikuskiftunum hóast støðuna við Herjólfi.

 

Okur í nevndini í FC Suðuroy harmast um støðuna, men vóna at fáa sum best burturúr saman við barna- og ungdómsliðum hjá TB og Royn komandi vikurnar.